Seymiskeið

Í januar byrjar seymiskeið fyri børn, sum ganga í 5. og 6. flokki – hetta er bert fyri limir í Margarinfabrikkini 🙂

Eitt skeið varar 5 vikur og vit møtast mánadagar kl.14.15-15.45.

Børnini seyma klæðir og annað sum tey hava evnir til.

Herborg Torkilsdóttir leggur børnunum lag á.

Tilmelding til hesa verkstovuna fer fram við at senda ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo. Tað eru 4 pláss á hvørjum skeiði og tað er “først til mølle”.

OBS: Tað er fult teknað til skeiðið í januar, men nøkur fá pláss eru eftir til skeiðið í mars 🙂