Í samband við viku sex verður almennur fyrilestur í Margarinfabrikkini
Eins og trý tey seinastu árini, setur Margarinfabrikkin sjóneykuna á viku sex.
Mikukvøldið tann 8/2-2017 kl. 19.30, fer Katrin á Neystabø frá Amnesty at hava almennan fyrilestur í Margarinfabrikkini.
Amnesty hevur í eina tíð havt eitt átak sum kallast “SEX KREVUR SAMTYKKI” og fer fyrilesturin hjá Katrini á Neystabø at taka støði í hesum átaki.
Fyrilesturin er hóskandi til allar tannáringar og foreldur teirra og onnur.
Øll eru hjartaliga vælkomin.