Sangskrivara workshop

Hevur tú ein sangskrivara goymdan í búkinum?

Situr tú ofta heima í kamarinum og skrivar tekstir og løg, ella hevur tú bara hug at royna teg, við at skriva og smíðja saman løg?

Vikuskifti 17. og 18. mars, verður ein sangskrivara workshop hildin í Margarinfabrikkini fyri ungdómar frá 14-18 ár.

Vit byrja fríggjakvøldið og hittast aftur í Margarinfabrikkini leygardag halda áfram út á kvøldið.
Vit fara at gera ymiskar sangskrivarauppgávur, og fara at skriva løg saman í bólkum.

Tað er ein fyrimunur at duga at spæla eitt ljóðføri, men tó einki krav.

Sunnudagin enda vit sangskrivara workshop’ina við einari konsert í Reinsaríinum, har luttakarirnir eru vælkomnir at bjóða familju og vinum at lurta.

Undirvísarar eru: Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Rannvá Helenudóttir

Tað eru einans pláss fyri 12 luttakarum, so meldið tykkum til skjótast til ber.

Melda til við at skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo. Upplýs navn, aldur og um/hvat ljóðføri tú spælir.

Skeiðið er ókeypis at luttaka í.