Mikdagin 1. feb. høvdu vit vælverudag í Margarinfabrikkini, og væl var vitjað 🙂 Vit høvdu sett borð og stólar upp í speglrúminum, har ein kundi fáa oljubað til hendurnar, hondmassaju og neglalakk. Tá ið hendurnar høvdu fingið vælveru, kundi ein fáa flættað hár ella bara seta tað uppá onkran kulan máta. Børnini vóru øll ógvuliga fín, tá tey høvdu fingið vælveru til bæði hendur og hár 🙂
Sum vant mikudagar, er eisini quiz á skránni, og soleiðis var eisini henda mikudagin. Av tí at vælverudagur var, vóru heilt nógv børn og vitjaðu Margarinfabrikkina – uml. 80 børn 🙂 Ein gentubólkur vann quizzina hesaferð, og tær høvdu ikki færri enn 9 út av 10 spurningar rættar – sera flott 🙂 Annars vita børnini øgiliga væl, tá ið tey skulu svara spurningunum, sum vera gjørdir til quiz. Tað eru blandaðir spurningar, alt frá Disney filmum og til hvat borgarstjórin í Klaksvík eitur 🙂 Umframt, at tann, sum svarar flest spurningum rættar, so vinnur tann bólkurin, ið hevur kulast navn, eisini ein minni vinning, so tað ræður um at vera kreativur, tá navn skal finnast 🙂
Ein sera hugnaligur dagur, har bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført 🙂