Vika SEX í Margarinfabrikkini

Í viku SEX fara vit í Margarinfabrikkini at festa okkum við ymiskt, sum hevur við hettar at gera

Mánakvøldið – sum er fyri 7. og 8. flokk, fara vit at hava eitt spæl hvørt endamál er at vísa okkum, at hóast vit øll kenna okkum ymisk og til tíðir einsamøll við okkara tankum um ymiskt, so hava vit  óivað nógv meira til felags við onnur, enn vit ganga runt og halda. Quizin hettar kvøldið fer eisini at snúgva seg um ymiskt, sum hevur við okkara ímyndir av okkara egna kroppi at gera.

Týskvøldið – sum er fyri 8. flokk til og við 17 ár, verður tað sama á skránni, sum mánakvøldið.

Mikukvøldið – verður almennur fyrilestur við Katrin á Neystabø, Amnesty Føroyar og umboð frá politinum. Hesin fyrilestur fer at umrøða myndir á netinum og lógirnar í samband við hettar. Øll eru vælkomin.

Hóskvøldið – fara vit at tosa um okkara egnu mørk og mørkini hjá øðrum. Vit fara at royna nøkur “spøl”, sum kunnu vera við til at gera okkum øll meira tilvitaði.

Fríggjakvøldið – hyggja vit eftir SKAM, sum viðgerð evni mørk og myndir á netinum.

Leygarkvøldið – seta vit ein film á stórskíggja í samráð vit tey ungu, sum hevur við evnið at gera.