Margar Cup ´17

So var Margar Cup av á hesum sinni og vinnarnir eru funnir 🙂

Í 4 vikur hava liðini kappast í ymiskum kappingum, alt frá chilli kapping, borðfótbólt, skumfidusa kapping, dart o.a. og tá ið avtornaði, gjørdist Kreyp vinnarin hjá teimum eldru og hjá teimum yngru gjørdist Ravnar vinnarin 🙂 Tó var spenningur í til tað síðsta, tí 3 lið  vóru jøvn í stigum. Allir limirnir á vinnandi liðunum vunnu hvør sítt havnarkort 🙂

Tað hevur verið stuttligt at fylgt við hvørt miku- og hóskvøld hesar 4 vikurnar, samstundis sum hetta eisini hevur skapt ein góðan stemmning í húsið, har felagsskapur, hugnið og stuttleiki hevur verið í hásætið 🙂

Vit gleða okkum til næsta Margar Cup verður skotið í gongd aftur, um ikki alt ov langa tíð 🙂

 

Viðmerkingar