Sangskrivara workshop í Margarinfabrikkini

Sangskrivara workshop’in var eitt hitt!!
Vikuskiftið 17. og 18. mars var fyrsta sangskrivara workshop’in nakrantíð hildin í Margarinfabrikkin. 5 unglingar vóru við, og øll vóru tey serstakliga dugnalig og musikalsk. Tey fingu 3 ymiskar sangskrivara uppgávur og vóru bólkaði í bólkar á 2 og 3 luttakarar. Tey fingu 3 tímar til at skriva ein sang út frá uppgávuni og megnaðu hetta til perfektión. Fyriskipararnir vóru sera bergtiknir av teimum 6 løgunum, sum vóru smíðaði hetta vikuskiftið, og eisini um tað høga støði, sum hesi evnaríku ungu tónleikararnir vóru á. Aftaná hesu serstakliga væleyðnaðu workshop, hava fyriskipararnir avgjørt at skipa fyri enn einum sangskrivaraskeiði. Hetta verður hildið í Margarinfabrikkini 11.-14. oktobur 2017 (í heystferiuni). Nærri kunning um hetta kemur seinri

 

Viðmerkingar