Limabræv aug. 2017

Limabræv august 2017

Góðu børn og foreldur

Vælkomin til nýggja árið í Margarinfabrikkini. Vit leggja sera stóran dent á, at bæði børn og foreldur trívast, og kenna seg væl í Margarinfabrikkini. Vit ynskja at bjóða teimum fjølbroyttar og spennandi aktivitetir.
Vit eftirmeta javnan, um aktivitetirnir eru viðkomandi fyri børnini, sum velja at ganga her, so gott hevði verið um tit geva okkum eitt prei, um tit ella tey hava ynskir, um ein annan aktivitet enn tað vit bjóða.
Hvønn dag gera vit millummála, sum børnini kunnu keypa við sínum matkorti, um tey hava eitt slíkt. Millummálin kostar á leið 5 til 8 kr. hvønn dag, og verður serveraður ímillum klokkan 14.00 – 14.45. Fyri at hava matkort er neyðugt at man er limur. Matkort kann keypast í Margarinfabrikkini. (sí meira um hetta á fabrikkin.fo)
Margarinfabrikkin er fyri øll børn í Tórshavnar kommunu, sum ganga í 3. til og við 6. flokki.

Fyrimunirnir hjá limum eru m.a. :
• Atgongd til virksemi sum bert er fyri limir, sum m.a. er :
Seymi undirvísing, matgerð, kreativur verkstaður, tónleika frálæra, drama, fiskitúrar, skoyting og svimjing (hesir aktivitetir eru ókeypis)
• Dagsins rættur er bíligari
• Teldurúmið er fyri hálvan prís (í mesta lagið 1 tíma pr. dag)
• Tiltøk sum t.d. barnadisko er ókeypis
• Limir og foreldur teirra verða skrásett í okkara sms og teldupostskipan. Tey fáa tíðindaskriv og boð um virksemið og broytingar í Margarinfabrikkini
• Framíhjárætt til Summar Nám

Upp og afturlatingartíðirnar eru :
Mánadag til Hósdag: kl.12.00 til 17.00
Fríggjadag: kl.11.30 til 17.00

Okkara fasta viku virksemið er :

Mánadagur:
Kl.13.45 til 14.45 Drama (bert fyri limir) Tilmelding krevst
Kl.14.00 til 16.00 Seymiverkstova (bert fyri limir í 5. og 6.flokki) Tilmelding krevst
Kl. 15.00 til 16.00 Fótbóltskapping á vøllinum niðanfyri ella í Gundadali (øll kunnu vera við)

Týsdagur:
Kl. 15.00 til 17.00 Fiskitúrur/Skoyting (bert fyri limir)

Mikudagur:
Kl.13.00 til 16.30 Tónleikafrálæra (bert fyri limir)
Kl.15.00 til 16.30 Tweens (øll sum ganga í 5. og 6. flokki kunnu vera við)

Hósdagur:
Kl. 14.00 til 16.00 Køksfabrikkin (bert fyri limir) Tilmelding krevst
Kl. 15.00 til 15.30 Margar quiz (øll kunnu vera við)
Kl. 14.30 til 16.00 Kreativi verkstaðurin (bert fyri limir)

Fríggjadagur:
Kl. 14.30 til 16.30 Svimjing (bert fyri limir)
Kl. 14.00 til 16.00 Frálæra tónleikabólkar (bert fyri limir)

Har tað stendur tilmelding krevst, er neyðugt at melda barnið til, við at skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo, har tit upplýsa hvønn verkstað barnið ynskir og navn á barnið.

Nýtt:
YouTube verkætlan
Í ár fara vit undir eina nýggja og spennandi verkætlan. Vit uppliva í gerandisdegnum at stórur tørvur, er á tilfarið á føroyskum til smærri børn. Vit fara tí saman við børnunum og teimum ungu, sum ganga í Margarinfabrikkini, at gera sjónbanda brot við sangi og leiki, sum verða løgd á okkara YouTube kanal. Vónandi verður hettar til gleði fyri øll føroysk børn.
Vit fara at nýta drama , seymiverkstovnuna og kreativa verkstaðin til at og venja leik og gera pallmynd.
Verkætlanin byrjar eftir heystferiuna.
Um børnini hjá tykkum ynskja at verða við í hesi verkætlan, mugu tit melda tey til, við at skriva ein teldupost til fabrikkin@torshavn.fo og viðmerkja navn og tlf.nr. hjá barninum.

Eitt sindur um viku aktivitetirnar:

Seymiverkstaður (byrjar aftur mánadagin 16. okt.)
Nú er aftur gjørligt hjá børnum, sum ganga í 5. og 6. flokki, at luttaka í seymiverkstaði, sum Herborg hevur ábyrgdina av. Skeiði er í fimm vikur. Herborg hevur luttikið í kappingini “Klar parat sy”, sum varð send á TV2 og vann kappingina. Herborg hevur drúgvar royndir við seyming og øðrum kreativum arbeiði.
Ætlanin hjá Herborg er, at børnini kunna seyma ymiskt til sín sjálvan t.d. niðurdeilar, hálsrør og húgvur.
Pláss er fyri 5 børnum. Um barn tykkara ynskir at verða við í hesum verkstaði, er at melda til sum skjótast. Hettar kann gerast við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo, viðmerkið navn og tlf.nr. hjá barninum.

Tónleikur (mikudagar)
Ein dag um vikuna er frálæra í tónleiki. Undirvíst verður í guitar, bass, klaver, trummum og sangi.
Endamálið við hesum verkstaði, er at leita fram tónleika evnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug.
Fróði Hansen leggur børnunum lag á.

Tónleikabólkar (fríggjadagar)
Hvønn fríggjadag er venjing fyri tónleikabólkar. Um børn eru sum kundu hugsa sær at verið við í einum tónleikabólki ella stovna ein nýggjan bólk kunnu tey siga okkum frá. Tit kunnu eisini skriva til fabrikkin@torshavn.fo viðmerkið navn og tlf.nr. hjá barninum og hvat ljóðførið barnið dugur at spæla uppá.
Rannvá Helenudóttir leggur børnunum lag á.

Drama (mánadagar)
Á skránni eru smá drama spøl, kropsvenjingar, improvisatiónir og konsentratións spøl.
Endamálið við drama er m.a., at læra at traðka fram, og tora at vísa eina aðra síðu av sær sjálvum.
Katrin L. Mortensen leggur børnunum lag á.

Fótbóltur (mánadagar)
Fótbóltskappingin verður hildin einaferð um vikuna á plattinum uttanfyri. (Øll kunna vera við)
Eitt starvsfólk er altíð við.

MargarQuiz (hósdagar)
Margarquiz er ein spurnarkapping, sum vit hava einaferð um vikuna. Spurningarnir eru blandaðir, og kunnu verða alt frá, hvat rørist í samfelagnum beint nú, søguligir, almenn vitan og skemtiligir spurningar.
Um børn ynskja at skipa fyri spurnarkappingini, hava tey møguleika, at melda seg til at gera spurningarnar og at lesa upp.

Fiskitúrur/Skoyting (týsdagar)
Ein dag um vikuna, so leingi tað er ljóst, fara vit á Seiðaberg. Børnini fara saman við Sæbirni, at fiska á Ískeiini. Bjargingarvestar og tráða er til øll. Um veturin er tað skoyting, so leingi skoytibreytin er opin.
Sæbjørn er við børnunum.

Svimjing (fríggjadagar)
Hvønn fríggjadag svimja vit. Starvsfólk fylgjast niðan og oman við børnunum. Margarinfabrikkin eigur handklæðir til øll børnini, men tit mugu minnast til at hava svimjidrakt/buksir við sjálvi.
Um børnini hava hug at ganga heim úr svimjihøllini sjálvi kunna tey tað, um tey hava avtala tað við foreldrini.

Køksfabrikkin (køksfabrikkin byrjar aftur hósdagin tann 6.september)
Køksfabrikkin er eitt tilboð til allar limir í Margarinfabrikkni.
Tað er pláss fyri 3 børnum í senn. Skeiði er í fýra vikur.
Tit kunnu melda tykkara barn til, við at skriva til fabrikkin@torshavn.fo viðmerkið navn og tlf.nr. hjá barninum.

Kreativur verkstaður (hósdagar)
Endamálið við kreativa verkstaðnum, er at skapa rúm og umstøður fyri menningini av kreativitetinum hjá børnunum.
Kreativi verkstaðurin er bæði fyri gentur og dreingir. Tað verður lagdur stórur dentur á endurnýtslu á kreativa verkstaðnum – vit samla upp á alt ímillum himmal og jørð, og við tí kreativa hugflognum hjá børnunum skapa vit alt møguligt spennandi.
Katrin L. Mortensen og Elin K. Jacobsen leggja børnunum lag á.

Barnadisko fyri 3. og 4. flokk
Barnadiskotek fyri 3. og 4. flokk er 6. hvørja viku alt árið. Tað er eitt sera hugnaligt og stuttligt tiltak.
Tá skipa vit fyri, dansi kappingum og spølum. Kioskin er opin og vit rokka so tað svingar eftir í.
Barnadisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr. Vit meta at 50 kr. í lummapeningi er meira enn nokk til kvøldið.
Barnadisko áðrenn jól verða fríggjakvøldið 8. September – fríggjakvøldið 20.oktober og fríggjakvøldið 1. desember

Tweens (mikudagar)
Tweens er eitt tilboð til børn í 5. og 6. flokki, sum ynskja og hava tørv á, at vera saman við sínum egna aldursbólki eina løtu. Hesar løtur eru sera hugnaligar, við góðum og áhugaverdum práti, um ymiskt sum rørir seg í teirra tweenara sinni.
Vit fara eisini túrar út úr húsinum til ymisk tiltøk, so sum at sýga, paintball og go-kart, sum eru hóskandi fyri hendan aldursbólk. Nakrar ferðir um árið er tað Tweensdisko. Tweensdisko er ókeypis fyri limir. Vinir gjalda 20 kr.
Øll sum ganga í 5. og 6. flokki eru vælkomin 
Dagmar Clothier skipar fyri saman við tweenarunum.

Samrøðubólkar
Samrøðubólkar fyri børn við fráskildum foreldrum hava verið í vár. Nýggjur bólkur byrjar aftaná heystferiuna
Um hettar hevur tykkara áhuga, kunnu tit skriva til fabrikkin@torshavn.fo ella ringja til Elin á 503024. Um tit vilja vita meira um samrøðubólkarnar, kunnu tit lesa á heimasíðuni.

Heystfrí
Vit fara í heystferiu fríggjadagin tann 9. oktober og byrja aftur mánadagin tann 16. oktober

Heimasíðan www.fabrikkin.fo verður dagførd við tí nýggjasta frá okkum.
Tit kunnu lesa á heimasíðini um øll tiltøk og verkætlanir, sum Margarinfabrikkin skipar fyri.

Bestu heilsur
Starvsfólkini í Margarinfabrikkini