Mikukvøld

Mikukvøld er einstaklinga undirvísing fyri ung í Margarinfabrikkini. Tað er Fróði Hansen, sum undirvísir og møguleiki er at royna ymisk ljóðføri og sang. Um tú ynskir at royna teg, skalt tú bara koma oman mikukvøld og hála í Fróða. Tað er ikki neyðugt at melda seg til hesa verkstovuna.