Konsert í Margarinfabrikkini leygarkvøldið 11. nov. kl. 22.

Sperol konsert í Margarinfabrikkini 11. nov.

 

Leygarkvøldið 11. nov. kl. 22., fer bólkurin Sperol á pall í Margarinfabrikkini.
Sperol er ein metal bólkur, sum er mannaður av ungu monnunum Pætur Joensen á gittara og sang, Brandan Dalsgard á gittara, Oddmar Hermansen á bass og David Lamhauge Jakobsen á trummum.
Sperol hevur eina spennandi tíð fyri framman. Eitt nú fara teir á konsertferð til USA (L.A.), har teir skulu spæla á kenda spælistaðnum “Whiskey A Go Go”, har m.a.  The Doors, Janis Joplin og Led Zeppelin áður hava spælt. Í 2018 skulu teir eisini á konsertferð í Norra, Svøríki og í Týsklandi.

Hetta kvøldið verður eitt serstakt høvið til at sleppa at hoyra, hvat ungu menninir í Sperol fara at vísa ameriku kvinnum og monnum í “Whiskey A Go Go”.

Tiltakið er alment, og øll, óansæð aldur, eru hjartaliga vælkomin oman at rokka, headbanga!!

Tiltakið er ókeypis og Margarinfabrikkin er eitt rúsfrítt stað.