LAN – Party í mars

Lan – Party

 

So verður endiliga Lan – Party aftur í Margarinfabrikkini.

Leygardagin 17. mars til sunnudagin 18. mars, fara vit at game’a eitt heilt døgn. Tað er okkara teldumaður Bergur Ryggstein, sum skipar fyri. Vit fara at gera ymiskar kappingar á staðnum við m.a. LOL og Counterstrike og onnur spøl tit hava hug til.

Møguleiki er at læna teldu í Margarinfabrikkini ella taka sína egnu við. Vit eta og drekka sjálvandi gjøgnum dagin, kvøldið og náttina J

Tað kostar 50 kr. at luttaka, og tað er fyri mat og drekka. Um tit ynskja at keypa eitthvørt í kioskini í Margarinfabrikkini, mugu tit eisini hava pening við til tað.

Tilmelding fer fram við at skriva til Bergur á tlf.nr. 244189 og skriva tykkara navn og Lan-Party Margar. Um tit hava spurningar um eitthvørt, ringja ella skriva tit bara til Bergur.