Tweens sleepover í margar 27. apríl!!! :)

Fríggjadagin 27. apríl verður sleepover fyri tweenarar – 5. og 6. flokkur.

[fancygallery id=”11″ album=”126″]

 

Vit byrja kvøldið við at fara í biograf at hyggja eftir Avengers – infinity war. Tá ið filmurin er liðugur, fara vit oman í Margarinfabrikkina at eta lekkran grýturætt 🙂 Síðan er tað massar av hugna, chill og ymisk stuttlig spøl, inntil vit tørna inn 🙂  Eisini ber til at keypa sær okkurt lekkurt úr kioskini 😛

Vit bjóða morgunmat morgunin eftir og foreldrini eru vælkomin inn til ein kaffimunn, tá ið børnini verða heintað 🙂

Av tí at filmurin byrjar kl. 17, so møtast vit í Margarinfabrikkini kl. 16:30 og fylgjast niðan í biografin.

Tiltakið er ókeypis fyri limir og kostar 50 kr fyri vinir 🙂

Sendið okkum eini boð á tlf.nr 292117 og viðmerkið navn, eftirnavn og minnist endiliga til at skriva “Tweens sleepover”, so at vit vita, at tað er til hetta tiltakið 🙂

Um tað eru spurningar ella ivamál viðv. tiltakinum, so eru tit vælkomin at ringja og spyrja – ella støkka inná gólvið 😉

Vit gleða okkum mega nógv til kvøldið 😉 😉