Einsemisvikan 2018

Einsemisvikan

Aftur í ár varpaðu vit ljós á einsemi. Vit høvdu, sum undanfarin ár, hetta sum evnið til okkara vikuligu quiz, har tað eisini bleiv tosað um evnið. Vit bjóðaðu ókeypis millummála alla vikuna, so at øll, sum komu í Margar kundu eta saman, tí felags máltíðir er samvera – vit eru saman um nakað. Hetta letur eisini upp fyri felagsskapinum og sagt verður, at einsemi mistrívist í felagsskapum. Á hendan hátt styrkja vit um felagsskapin og skapa nýggjar.

Eta saman

Hóast vit hava valt at varpa ljós á einsemi  við átakinum at eta saman, so er hetta ikki eitt nýtt átak í Margarinfabrikkini. Vit hava í fleiri ár bjóða ókeypis døgverða hóskvøld, tá vit hava opið fyri ungum í aldrinum 13 ár – 18 ár, tí tað er ein sannroynd, at matur hevur eina sosiala funksjón, við at geva okkum gleði, ein form fyri tryggleika og knýtir okkum saman. Tað er gleðiligt at síggja, hvussu vinarbond kunnu knýtast við at sita og eta saman og eisini ígjøgnum alla prosessina við fyrst at keypa inn til matin, síðan at gera matin og til síðst at njóta matin saman.

Quiz

Til quizzina hjá børnunum høvdu vit upplýsandi spurningar, sum løgdu upp til, at teirra svar var væl gjøgnum hugsað og ikki bara eina ja ella nei spurningur, á hendan hátt høvdu børnini betri møguleika at fordjúpa seg meira í evnið. Fleiri av spurningunum tóku eisini støði í teimum sosialu miðlunum, t.d. um ein nú hevur nógvar vinir á snapchat, instagram, facebook o.s.fr, so fer man ikki at føla einsemi nakrantíð. Ella um man fær ordiliga nógv likes/tummlar, so fer man heilt sikkurt ikki at føla einsemi.

Svarini, ið børnini komu við vóru øll sera áhugaverd og hevur hetta heilt víst nomið við nakað í børnunum, tí tað bleiv nógv práta aftur og fram ímillum tey um onkran vin, nábúgva ella ommu, sum onkur helt var sera einsamur. Eisini vóru fleiri spurningar um, hvat ein kann gera, um vit vita um onkran, sum følir seg einsaman. Hóast hetta møguliga ikki fyllir so nógv í dagligdegnum hjá øllum børnum, er tað av alstórum týdningi, at ljós verður varpað á hetta, ikki bara eina ferð um árið, men fleiri ferðir, tá ið høvið er til tað. Tosað hart um tað, spyr inntil, koma hvørjum øðrum við og síggja hvønn annan, soleiðis kunnu vit vera við til at bróta hetta tabuevnið og at fyribyrgja einsemi.

 

 

 

Viðmerkingar