Barnayoga

Hvønn týsdag bjóða vit børnunum barnayoga. Vit hava tvey hold og tað sleppa 8 børn til hvørja ferð. Fyrsta holdið er kl. 14 og seinna holdið er kl. 15. Vit gera yoga í 45 min hvørja ferð og tað er týdningarmikið, at børnini hava stundir til hetta og ikki skulu alt møguligt annað, tí tað órógvar tíman 🙂

Tað er gott, um børnini eru í klæðum, sum til ber at røra seg í 🙂

Til barnayoga gera vit ymiskar yogavenjingar, andadráttsvenjingar, yogaspøl og avspenning. Tá ið yoga er liðugt, fáa børnini okkurt drekkandi og ein lítlan miðmála.

Um ein ynskir at vera við til barnayoga, so er bara at skriva seg á listan, sum liggur í kioskini hvønn týsdag 🙂