Vinnarin av Talent 2018

So varð ársins talentkapping av á hesum sinni og vinnarin gjørdist Gylta á Neystabø, 6 fl. Gylta sang eitt lag, sum hon sjálv hevur gjørt.

Tað vóru heili 22 bólkar og einstaklingar, ið høvdu melda seg til Talent. Tað vóru fleiri ymiskar talentgreinar, sum børnini framførdu, so tað var ikki heilt lætt hjá dómarunum at finna ein vinnara, men tá alt kom til alt, varð tað Gylta, sum var kosin ársins Talent 2018.

Vit vilja takka øllum teimum dugnaligu og djørvu børnunum, sum vóru við til Talent í ár og vit vóna, at tað vera líka nógv ella enn og fleiri við næsta ár 🙂

Viðmerkingar