Hevur tú hug at gera tín egna podcast, men veit ikki júst, hvar tú skalt byrja? Ella hava tú og tínir vinir áhuga í einum ávísum evni, ið tit kundu hugsa tykkum at fortalt øðrum? So er hendan verkstovan júst nakað fyri teg.
Á hesi verkstovuni verður farið ígjøgnum alla tilgongdina: frá hvussu ein finnur tí góðu søguna og fortelur hana til meiri ítøkiliga vegleiðing innan upptøku, redigering og nýtslu av telduforriti. Við øðrum orðum fært tú alla tí neyðugu vitanina og øll tey neyðugu amboðini, ið skulu til fyri at gera tín egna podcast.
Tíðarskeið
Í fýra vikur í januar (frá 8. – 31. jan.) fara vit – saman við dugnaligum undirvísarum og vegleiðarum – at kava niður í tey ymsu evnini og brigdini innan podcastskapan. Talan verður bæði um frálæru, vegleiðing og praktiskar venjingar, ið verða hildnar hvørt týskvøld og hóskvøld í hesum tíðarskeiðinum frá kl. 19-21.
Aldursmark
Verkstovan er ætlað 15-25 ára gomlum.
Kostnaður
Verkstovan er ókeypis.
Stað
Verkstovan verður í høvuðsheitum hildin í Ostahúsinum (aftanfyri Perluna), men møguleiki verður eisini at nýta nýggja podcastrúmið á loftinum í Margarinfabrikkini.
Ver við í podcastkappingini
Tíðarskeiðið er lagt soleiðis til rættis, at tey, ið hava hug, kunnu senda sítt endaliga úrslit inn til podcastkappingina, sum KVF skipar fyri. Freistin at senda tilfar inn er 1. februar á midnátt. Vinningurin er 12.000 kr.
Tilmelding
Melda teg til við at skriva ein teldupost til: fabrikkin@torshavn.fo