You tube sangleikir

Margarinfabrikkin hevur í fleiri ár havt ein dreym um, at gera føroyskt tilfar til smábørn, sum kann síggjast og hoyrast á netinum. Vit hava hildið, at tað hevur verður stórur tørvur á føroyskum tilfarið. Vit síggja snøkt sagt tað, sum vit halda eru avleiðingarnar av hesum, sum er at børnini tosa enskt sín ámillum ístaðin fyri føroyskt.

Tað sum smábørnini serliga fella fyri á netinum, eru stuttir einfaldir sangleikir, og her er ikki nógv at velja í. Tilfarið er antin danskt ella enskt. Vit síggja, at føroysk børn í alt ov stóran mun hoyra og læra t.d. enskt, ístaðin fyri føroyskt, sum teirra fyrsta mál á netinum. Fyri at fyribyrgja hesi gongd, søktu vit MMR um pening og fingu tað, til eina verkætlan við børnunum, sum hava sína dagligu gongd í Margarinfabrikkini.

Hvørja viku eru skipaðar verkstovur í Margrainfabrikkini, so sum drama, tónleik, krea og annað, sum børnini tekna seg til at luttaka í. Børnini, sum ganga á áður nevndu verkstovum, løgdu verkstovurnar saman eitt langt tíðarskeið fyri at arbeiða saman um, at gera føroyskir sangleikir til smábørn. Hetta tilfar skuldi verða tøkt á netinum. Fleiri børn meldaðu seg til verkætlanina, og nú eitt ár seinni, síggja vit úrslitið av tí stóra arbeiði børn og starvsfólk í Margarinfabrikkini hava gjørt, við stórari hjálp frá Anton Petersen, filmsframleiðari og Jan Nystrøm, listamanni.

Børnini hava lært nógv hesa tíðina. Tey hava lært at traðka fram, og hava fingið høvi til at vísa tað sum tey hava avrika í drama/tónleikarliga og handaliga. Børnini kunnu á hendan hátt menna seg kreativt, tónleikarliga og handaliga. Tey hava lært at samstarva, og at vera felags um eitt átak sum tekur tíð. Børnini og vit í Margarinfabrikkini eru sera errin og takksom fyri, at vit fingu møguleikan at arbeiða við eini slíkari verkætlan, sum kann hava ávirkan á hvussu føroysk smábørn menna seg málsliga.

Leikjur til sangirnir eru her:

Hjólini á bussinum https://www.youtube.com/watch?v=fddNEzqdU5U&feature=youtu.be&fbclid=IwAR1jyuCTKPaXJb9wAivvNNvlt5KCsQlnu35F-MmPny9K46X_QbwscFlpE1U

Lítli fingur

https://www.youtube.com/watch?v=IOCEyiJEXPk&feature=youtu.be&fbclid=IwAR2okfWKJDx5RaxTP7I6puPek5Y_OpFbll5V2HO0DBx39Sxq1vyo4QUQt_Y

Soleiðis busta vit tenninar

https://www.youtube.com/watch?v=_ZeNtAyqWtw&feature=youtu.be&fbclid=IwAR2bzrQN8VvfmUmeOkXJzmWUNbMUNOc0Dkd3XUX6kFlRDqTuv4RLvKyNtRE