Samrøðubólkur

Margarinfabrikkin bjóðar nú børnum hjá foreldrum, ið eru farin hvør til sítt, eitt forum at tosa saman í. Tað vísir seg at vera lættari hjá børnunum at skilja og góðtaka sína støðu, tá ið tey kenna seg aftur í tí, sum onnur børn siga frá.

Bólkurin hittist í Ostahúsinum, aftanfyri Margarinfabrikkina, eina ferð um vikuna í 6 vikur. Pláss er fyri 8 børnum í senn, og tað er ókeypis at luttaka. Seinasta freist at melda barn tykkara til er 8. mars kl. 12:00. Vit hittast fyrstuferð 19. mars.

Um tit ynskja, at barn tykkara luttekur í bólkinum, kunna tit seta tykkum í samband við: elinkatrinaj@torshavn.fo ella dagmark@torshavn.fo

Tað verða Elin K. Jacobsen og Dagmar Clothier, ið koma at leiða bólkin.

Viðmerkingar