Barna-og ungdómsdeildin í Tórshavnar Kommunu hevur ásett 2021 at vera spæliár, har vit leggja dent á spæl, og á tann hátt síggja og merkja týdningin og gleðina av at spæla.
Vit elska at spæla í Margarinfabrikkini, og vit spæla hvønn dag ymisk spøl – Partners, Uno, Vildkat, Bezzerwizzer, Set, Sequence og mangt annað. Tað er so stuttligt at spæla saman, halda vit.
Í tí sambandi vilja vit bjóða familjum hjá børnum í Margarinfabrikkini sunnudagin at spæla og hugna okkum. Vit bjóða kaffi, te, saft og køku. Foreldur, systkin, ommur og abbar – øll eru vælkomin sunnudagin.
Tiltakið er sunnudagin 21. mars frá kl. 14 til kl. 17 í Margarinfabrikkini, og vit vóna at síggja nógv spæliglað – børn og vaksin!
Vinarliga,
Vit í Margarinfabrikkini