Mentanarnátt á Margarinfabrikkini

Margarinfabrikkin hevur opið hús á Mentanarnáttini og øll eru vælkomin innar á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og køku afturvið.

Á skránni er tónleikur og ein áhugaverdur fyrilestur við Erling Fles, sálarfrøðingi, sum vendir sær til foreldur at tannáringum og tannáringar. Heiti á fyrilestrinum er “Relatiónir & sálarlig menning – ein samanhangur.” Fyrilesturin snýr seg um týdningin av góðum relatiónum í tannárunum í samband við menning av okkara persónsmensku – og hvussu relatiónir eisini spæla ein leiklut í menningini av heilanum hjá tannáringum.

Skráin:

kl. 19 – 22

opið hús, øll eru vælkomin innar á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og køku afturvið.

kl. 19 – 19:45

Fyrilestur við Erling Fles, sálarfrøðingi. Heiti á fyrilestrinum “Relatiónir & sálarlig menning – ein samanhangur”

kl. 20:30

Konsert við Margarjam

Ung framføra egin løg