Verkstovuleiðari: Eyðfinn Bogason Lamhauge
Dato: 4-6 juli 2023 – frá kl. 11-15 hvønn dag
Luttakaratal: 5
Lýsing av verkstovu: Hevur tú hug til at læra, hvussu tað er at vera aftanfyri framleiðsluni (produseringini) av einum sangi? So er tað júst hetta skeiðið, sum tú skalt tekna teg til! Hetta inniber at gera tónleikin og at uppseta sangin, so hann verður mega kul Um tíð og hugur er til tað, so fara vit at gera ein sang eisini, sum tú sleppur at taka heim við.