Læra at klippa video (Filmsviðgerðarverkstovan)

Verkstovuleiðari: Rúni Winther Johnsen

Dato: 10. juli (frá kl 10-18) og 11. juli (frá kl 10-14)

Luttakaratal: 5

Lýsing av verkstovuni:
Her fara vit at læra at klippa filmsbrot, leggja ljóða á, sangir, klippa filmsbrot og møguleiki er fyri at royna at gera voice-over til filmsbrot. Um tit vilja, so kunnu vit brúka eitt sindur av fyrsta degnum at filma við telefonini, og so gera nøkur stuttlig klipp, memes og líknandi. Alt sum tit ynskja at læra viðv. at klippa film, video ella youtube, ber til.