Barnajól 2023 verður leygardagin

Leygardagin 2. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól.

Margarinfabrikkin hevur opið hús frá klokkan 11.00 til klokkan 16.00 fyri børnum, ungum og vaksnum. Øll eru tey vælkomin inn á gomlu fabrikkina at royna seg innan ymiskt handaligt, fáa sær ein kaffimunn ella bara forvitnast eftir, hvat áhugavert Margarinfabrikkin hevur at bjóða júst teimum. Hendan dagin eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin karmar um ymiskar verksmiðjur, bommfabrikk, vakurleika-salong og tónleikaframførslur.

Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til verkstøðini, har møguleiki er gera sítt egna bomm, evna lutir burturúr leiri, lakkera jólanegl ella royna onkra av meiri listakendu verkstøðunum so sum grafiskaverkstaðin. Eisini verða tónleikaframførslur við børnum og ungum úr Margarinfabrikkini.

Øll eru hjartaliga vælkomin!