Lær at seyma (Seymiverkstovan)

Verkstovuleiðari: Jón Sonni Jensen

Dato: 8.-10. juli frá kl. 11-15

Luttakaratal: 8

Lýsing av verkstovuni:
Kom við á spennandi seymiverkstovu, har tú kanst læra um mangt og hvat innan seyming. Vit læra um ymiskt toy, maskinur, mannagongdir og nýnýtslu (upcycling). Jón Sonni Jensen rekur hvørt týskvøld seymistovuna Ný Ný, hjá Bláa Krossi í Havn, har hann lærir fólk at seyma úr endurnýttum toyi. Nú hevur tú so møguleikan, í tríggjar dagar, at hugsavna teg um seyming. Eitt sera týdningarmikið og hent amboð at duga.