Lær at skriva orð og lag (sangskrivaraverkstovan)

Verkstovuleiðari: Jasmin Mote

Dato: 8.-10. juli – frá kl 11-15 hvønn dag

Luttakaratal: 5

Lýsing av verkstovuni:
Hevur tú hug at læra at skriva eitt lag? So er tað bara at tekna teg til hetta skeiði. Hetta inniber at skriva tekstir, hugsa í rímum og finna ein melodi fram. Um tíð og hugur er til tað, so fara vit at gera ein sang eisini, sum tú sleppur at taka heim við.