Kunning – børn

Um tú hoyrir til aldursbólkin millum 3.-6.flokk, kanst tú ganga í Margarinfabrikkini um dagin frá kl. 12.00-17.00 – tó fríggjadag kl. 11:30.

Hvussu gerist eg limur?

Tað kostar einki at vera í Margarinfabrikkini, men um tú teknar teg sum lim, skulu foreldrini fylla eitt limaskjal út og gjalda limagjaldið, sum er 400 kr. um árið. Limaskjalið fært tú í Margarinfabrikkini ella her niðanfyri:

Limaskjal børn (pdf)

Um tú ert limur fært tú avsláttur í mat- og telduskipanini.

Teldukort

Tú hevur eisini møguleika at seta pengar inn á eitt teldukort. So hvørt tú spælir við telduna,verður upphæddin
drigin frá teldukortinum. Viðvíkjandi telduspølum hevur tú møguleika at spæla ein hálvan tíma ella ein tíma í senn.
Tó kanst tú í mesta lagi spæla tilsamans hálvan annan tíma um dagin.

 

Kostnaður í teldurrúminum
Limir: 10 kr. fyri ein tíma og 5 kr. fyri ein hálvan tíma

Ikki limir: 20 kr. fyri ein tíma og 10 kr. fyri ein hálvan tíma

Matkort

Allir limir í Margarinfabrikkini kunna seta pengar inn á eitt persónligt matkort. Tá ið keypt verður, draga vit upphæddina frá. Um tú ert limur í Margarinfabrikkini, fært tú avsláttur tá ið tú keypir mat.

Upp til byrjan