Einsemi

Aftur í ár fara vit at varpa ljós á einsemi.

Vit kenna óivað øll til einsemi, vita um onkran, sum ofta er einsamallur ella kenna okkum sjálvi einsamøll til tíðir. Tað hevur ikki altíð verið tosað og varpað ljós á einsemi, men hevur hetta verið eitt meira tabu evnið. Tíbetur verður meira og meira ljós varpað á hendan trupulleikan, sum fleiri stríðast við.

Einsemi kann raka øll í ávísum tíðarskeiðum í lívinum og eisini kunnu støður uppstanda, ið hava við sær, at ein kennir seg einsamallan. Einsemi kann verða varandi, men tað kann tíbetur eisini hvørva aftur.

At kenna seg einsamallan í styttri tíð er ikki vandamikið, men eitt tekin um, at nú mugu vit søkja sosiala kontakt, men um einsemi varar leingi, kann tað hava álvarsligar avleiðingar við sær. Um ein broytur atferð og hevur ringt við at vera saman við øðrum, tí ein heldur, at ein sjálvur ikki hevur nakað at bjóða øðrum, oyðileggur hetta ikki bara lívsgóðskuna, men kann eisini verða skaðiligt fyri heilsuna.

Tíbetur kann nakað gerast við hendan trupulleikan. Um vit føla okkum einsamøll, kunnu vit byrja við at siga tað hart, helst við onkran annan. Tað krevur dirvi at tosa hart um tað, men tað er lættari at gera nakað við trupulleikan, tá ið man er fleiri um hann.

Einsemisvikan 2018

Einsemisvikan Aftur í ár varpaðu vit ljós á einsemi. Vit høvdu, sum undanfarin ár, hetta sum evnið til okkara vikuligu quiz, har tað eisini bleiv tosað um evnið. Vit bjóðaðu ókeypis millummála alla vikuna, so at øll, sum komu í Margar kundu eta saman, tí felags máltíðir er
Les meiri...

– Vit geva einsamøllum børnum eitt frístað

Fyri fleiri børn og ung, sum kenna seg einsamøll, er Margarinfabrikkin í miðbýnum í Havn vorðið eitt frístað, har tey kunnu vera saman við øðrum og kenna seg trygg. Starvsfólkini í Margarinfabrikkini leggja stóran dent á at skapa eina mentan, har øll kunnu vera saman, og eingin
Les meiri...

– Eg føldi, eg ikki var til

Thala varð illa happað øll skúlaárini, og hon hevði næstan ongar vinir. Hon føldi seg uttanfyri, tí hon sá øðrvísi út enn hini. Thala hevur svart hár, myrk eygu og myrka húð. Hon er av grønlendskum uppruna, og tað hevur hon fingið nógv at hoyra fyri, hóast hon hevur búð alla sína
Les meiri...

– Eg græt meg í svøvn hvørt kvøld

Jill varð illa happað í sjey ár, tá hon gekk í skúla í Danmark. Nú er hon flutt til Føroya og hevur fyri fyrstu ferð fingið vinir. Men happingin og einsemið hava sett síni spor. Tey stóru eyguni í tí bleika andlitinum eru døpur og álvarsom. Unga gentan, ið situr í sofu
Les meiri...