Tað gongur fyri seg á tann hátt, at foreldrini gjalda eina upphædd, sum kann gjaldast í Margarinfabrikkini, ella við at flyta pening á konto 9181-459.454.0 og viðm. 3310-145.000, navn á barnið og matkort.
Børnini hava eitt fysiskt matkort, sum liggur í einari mappu í Margarinfabrikkini. Tað er eitt pappír, ið hevur teirra navn á. Hvørja ferð tey eta í Margarinfabrikkini, draga vit upphæddina, millummálin kostar, frá. Sagt verður frá við børnini, tá ið matkortið er við at vera tómt.
Limir
Øll børn í 3. flokki til og við 17 ár kunnu vera limir í Margarinfabrikkini.
Um tú ynskir, at barn títt skal gerast limir, skalt tú útfylla okkara innlimingarskjal. Til ber at taka skjalið niður her, ella tú kanst koma inn í Margarinfabrikkina eftir skjalinum, tá ið vit hava opið, sum er mánadag til fríggjadag frá kl 12.00-17.00.
Fyrimunir við at vera limir
- Limir kunnu verða við í okkara føstu vikuligur aktivitetum
- Limir fáa matin bíligari
- Limir kunnu vera við í matgerðini
- Limir fáa teldutíð fyri hálvan prís
- Limir fáa ymisk tiltøk, gestaverkstovur og aktivitetir ókeypis, ella við avsláttrið
- Limir fáa tíðindaskriv og sms boð um øll tiltøk, sum Margarinfabrikkin skipar fyri
- Tað er lættari hjá okkum at fylgja trivnaðinum hjá barninum, og at seta okkum í samband við foreldur og avvarandi um barnið er limur
- Limaskapur ger samstarvið betur
- Limir hava frammihjárætt til allar verkætlanir
- Limir hava frammihjárætt til summarskúlan SummarNám
Matkort
Um man er limur í Margarinfabrikkini, hevur man møguleika at hava teldukort. Teldukort er ein skipan, sum lættir um hjá foreldrum og børnum, sum ynskja at spæla teldu í Margarinfabrikkini.
Um man er limur í Margarinfabrikkini, hevur man møguleika at hava matkort. Matkort er ein skipan, sum lættir um hjá foreldrum og børnum, sum ynskja at keypa millummála í Margarinfabrikkini.
Tað gongur fyri seg á tann hátt, at foreldrini gjalda eina upphædd, sum kann gjaldast í Margarinfabrikkini, ella við at flyta pening á konto 9181-459.454.0 og viðm. 3310-145.000, navn á barnið og teldukort.
Teldukort
Børnini hava eitt fysiskt teldukort, sum liggur í Margarinfabrikkini. Tað er eitt pappír ið hevur teirra navn á. Hvørja ferð tey spæla teldu, draga vit 5/10 kr, frá. Sagt verður frá við børnini, tá ið teldukortið er við at vera tómt.