Ung

Konsert í Margarinfabrikkini leygarkvøldið 11. nov. kl. 22.

Sperol konsert í Margarinfabrikkini 11. nov.   Leygarkvøldið 11. nov. kl. 22., fer bólkurin Sperol á pall í Margarinfabrikkini. Sperol er ein metal bólkur, sum er mannaður av ungu monnunum Pætur Joensen á gittara og sang, Brandan Dalsgard á gittara, Oddmar Hermansen á bass og
Les meiri...

Samrøðubólkur fyri tannáringar

Samrøðubólkur fyri tannáringar, hvørs foreldur eru skild. Vit hava fingið fleiri fyrispurningar frá ungum, ið sakna ein møguleika at tosa við onnur ung, um hvat tað kann innibera at vera ein tannáringur, ið roynir at flúgva úr einum brotnum reiðri. So ert tú ímillum 13 og 15 ár,
Les meiri...

Leygarkvøld

Leygarkvøld er filmskvøld. Tá vera madrassurnar blakaðar á gólvið, onkur bakar kaku í køkinum og annars hugni so tað baskar. Filmurin verður ofta settur frá uml. kl. 21.30, so um tit tíma at chilla við filmi, kaku og poppkorn, koma tit bara oman. Opið er fyri ungum úr 7. fl.
Les meiri...

Fríggjakvøld

Fríggjakvøld binge-watcha vit. Skíggin verður tendraður og seriur koyra alt kvøldið. Poppkorn poppar sjálvandi eisini hesi kvøldini. Tit velja seriurnar sum skulu hyggjast eftir. Opið er fyri ungum úr 7. fl. – 17 ár 🙂
Les meiri...

Týskvøld

Týskvøld er Fifa kapping á skránni. Tað verður kappast í liðum og einstaklingum, so um tú/tit vilja vera við, siga tit bara frá við eitt starvsfólk. Petur Háberg tolir illa at tapa Fifa, so hann ger alt fyri at vinna á tykkum. Komið oman og bjóði honum av.
Les meiri...

Hóskvøld

Hóskvøld eta vit í felag. Sæbjørn er sjálvsagdur kokkur, og ger okkum altíð okkurt, framúr gott at eta. Vit plaga at eta uml. kl. 19.30. Um hetta freistar, kemur tú bara oman hóskvøld.   Opið er fyri ungum úr 7. fl. – 17 ár 🙂
Les meiri...

Mikukvøld

Mikukvøld er einstaklinga undirvísing fyri ung í Margarinfabrikkini. Tað er Fróði Hansen, sum undirvísir og møguleiki er at royna ymisk ljóðføri og sang. Um tú ynskir at royna teg, skalt tú bara koma oman mikukvøld og hála í Fróða. Tað er ikki neyðugt at melda seg til hesa
Les meiri...

Mikukvøld

Mikukvøld er quiz í Margarinfabrikkini. Øll sum ynskja at luttaka, mugu møta áðrenn kl. 20.30. Spurningarnir eru av ymiskum slagi, so sum náttúru og tøkni, ljóðspurningar, søga, samfelagið, tónleik, ítrótt og annað aktuelt. Vinnandi liði sleppur at velja sær eitthvørt úr
Les meiri...

Týskvøld

Hvørt týskvøld er møguleiki fyri at fáa lektiuhjálp í Margarinfabrikkini. Starvsfólk eru her fyri at hjálpa tykkum, so tað er bara at siga frá við eitt starvsfólk sum er á vakt. Tú/tit kunnu eisini skriva eini boð til Margarinfabrikkina á facebook, um tú/tit hava eitthvørt at
Les meiri...