Talent í barnasending

Av tí at Talent verður filmað og víst í einari barnasending hjá Kringvarpinum, verður finalan flutt til hósdagin 24.mai kl.15.00.

Umførini verða eisini flutt til týsdag 22.mai og mikudag 23.mai kl.15.00 í Margarinfabrikkini.

Dómarar til kappingina verða starvsfólk í Margarinfabrikkini, sum hava royndir innan tónleik, dans, sjónleik og onnur kreativ fak.

Tað er møguleiki, at keypa í kioskini áðrenn og aftaná umførini.

Tað er møguligt, at tekna seg á talent@fabrikkin.fo