Árligi barnamentanardagurin sum Margarinfabrikkin hevur skipa fyri hvørt ár síðani 2008, verður komandi vikuskiftið. Heitið á degnum í ár verður Jólaheimurin. Børn og ung fara at framføra sjónleik, dans og sang. Tey hava seianstu tíðina vant nógv til dagin og eru tey sera spent at sleppa at framføra. Tiltakið verður í Tórsgøtu frá kl. 11, tó verður byrja við barnaguðstænastu í Havnar Kirkju kl. 10 leygarmorgunin.
Eins og undanfarin ár vera ymiskar verkstovur, har børnini og tey vaksnu kunnu luttaka. Verkstovurnar eru ókeypis at luttaka í.
Framførslan “Jólaheimurin” sum verður í Posthúskjallaranum tvær ferðir hendan dagin, fer at lýsa hvussu ymisku londini halda jól. Kostnaðurin fyri hetta tiltakið er
50 kr. Tað sum kemur inn, fer óskert til “Í menniskjum góður tokki”
Vit gleða okkum til at njóta hugnaliga dagin saman við tykkum 🙂
[message_box title=”SKRÁ” color=”blue”]Skráin sæst við at trýsta á leinkjuna HER [/message_box]