Fyrstu samrøðubólkarnir verið

Eitt nýtt tiltak sum vit hava roynt í Margarinfabrikkini í vetur er, at hava
samrøðubólkar fyri børn, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt. Tilsamans 14 børn
hava gingið í samrøðubólki og tað eru Saluu Manai, námsfrøðingur og leiðari og
Ingvør í Haraldsstovu, námsfrøðingur, ið hava leitt bólkarnar. Vit fingu stuðul frá
Mentamálaráðnum til hetta arbeiði.
Vit báðar, Salua og Ingvør, hava upplivað hesa tíðina, saman við samrøðubólkunum,
sum ótrúliga góða og læruríka. Samstundis hava vit merkt, at børnini hava verið glað
um at ganga í samrøðubólki.

Tað vísir seg, at tørvurin hjá skylnaðarbørnum at koma í samrøðubólk er stórur.
Tískil hava vit avgjørt, at byrja tveir nýggjar samrøðubólkar í mars. Til hetta hava
vit fingið 32.000 kr. frá Lions Clubb Tórshavn, sum felagið samlaði inn á árliga
jólahugnanum í Viðarlundini. Vit eru sera takksom fyri teirra stuðul.

Tað er soleiðis, at samrøðubólkurin fyri børn frá 3 -7 fl. longu er fullteknaður. Tó ber
til at koma á bíðilista. Men enn er pláss í bólkinum fyri ung. Tey ið hava spurningar
viðvíkjandi samrøðubólkunum kunna skriva til Ingvør: ingvorih@gmail.com ella ringja
215775