Hvønn mikudag er frálæra í tónleiki millum kl 13.00 – 16.30. Undirvíst verður í: guitar, bass, klaver, trummum og sangi.
Endamálið við hesum verkstaði er at leita fram tónleikaevnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug. T.d. kann ein spæla guitar ein dag og so næstu vikuna royna seg á trummum.
Fróði undirvísir.
Børnini hava ikki eina fasta tíð hvørja viku, men tekna seg til hvønn mikudag við diskin í Stórarúmi.
(Bert fyri limir – les meiri um at gerast limur her)