Nógv kjak er um brúkið av ipaddum o.l. hjá børnum og ungum. Bæði hvussu nógv tíð verður brúkt aftanfyri skermin, hvat verður spælt og hvussu tað tekur fokus frá øðrum áhugamálum.
Í Margarinfabrikkini síggja vit, at nógv fleiri børn hava teirra egna ipad við, hetta kemur fyrst og fremst av, at teir eru latnir sum arbeiðsamboð frá skúlanum. Hvør hevur so ábyrgdina av at hava eftirlit, er tað skúlin, foreldur ella vit?
Áhugin til at spæla leingi at gangin er um at minka, men enn eru fleiri, sum ganga við “paddinum” undir arminum, frá tí tey koma til tey fara heim aftur. Vit halda sjálvandi, at tað er keðiligt, tí hetta eru tey børnini, sum skapa mest lív í húsinum.
Men vit síggja eisini, at tey brúka teirra ipad kreativt og sum eitt samansjóðandi amboð. Tey upptaka sínar egnu filmar, spæla felagsspøl og hyggja at filmum saman.
Tá teirra ipad er latin sum eitt arbeiðsamboð og vit í Margarinfabrikkin hava frítt internet, so er spurningurin: hvør skal hava eftirlit við inninhaldinum? Fleiri app, spøl og filmar sum tey hava, eru ikki egnaði til børn undir 14 ár. Tí hava vit gjørt vart við, at vit ynskja, at tey spæla barnavinarlig spøl, tá tey eru í Margarinfabrikkini. Hetta hava tey tikið væl ímóti, og vit minna tey eisini leypandi á tað, men vit fáa ikki vart tey fyri hvat tey velja at downloada og spæla aðra staðani.
Eftir at eygleiða børnini tær seinastu vikurnar eru vit komin fram til, at vit hava ipadtíð frá kl.16-17 hvønn dag. Niðurstøðan er grundað á, at vit hava ringt við at fáa samband við børnini eins og tey eru meira passiv enn áður. Tað er hend ein øgulig broyting í børnunum, teirra samskiftishátt og samanspæl eftir einans 4 vikur, ein keðilig broyting. Fyri 4 vikum síðani vóru tey aktiv og kreativ, tey brúktu alt húsið til at spæla í og høvdu nokk í sínum egna undirhaldi og spælið.
Í dag fingu tey at vita, at ipadtíðin nú var í ein tíma og aftursvarið var: “so fara vit heim, tí vit hava einki at gera”. Somu børn sum 4 vikur síðani spældu partners, prátaðu í sofunum, spældu skip og sjórænarar í pappkassum og pútukríggj í sjónvarpsstovuni, hesi børnini kunnu nú ikki spæla nakað annað, enn tað sum er á teirra ipad.
Vit vóna, at tað skjótt verður smart aftur at spæla við øll sum eru í húsinum, ikki einans tey sum er 4-kantaði 🙂
Ein áhugaverd grein um ipad avhengigheit hjá børnum er her