Sement

Sement er ein tónleikakappingin fyri einstaklingar og bólkar av øllum slag.

Fyriskipararnir eru altíð sera spentir til Sement kappingina, av tí at tað áður hevur verið ein stór blanding av royndum og spírandi luttakarum. Ynski er, at síggja enn fleiri óroynd á pallinum, bæði heilt ung og eldri, so at tónleika umhvørvið í Føroyum kann veksa støðugt.

Vit vita, at nógv ung ynskja at luttaka, men smæðast kanska burtur av tí, at støði er høgt við einari rúgvu at dugnaligum tónleikarum. Hetta skal tó ikki verða ein forðing, men ein avbjóðing, tí Sement skal virka sum ein lopfjøl til óroyndar tónleikarar.

Tilmelding á sement@fabrikkin.fo við navn á bólki, luttakarum og kontakt info.

Reglur:
Bólkurin ella einstaklingurin, skal ikki hava givið nakra fløgu út. Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, har bólkurin í minsta lagi framførir 2 egin løg og allar genrur eru loyvdar.

Tríggir kvalifiseraðir dómarar avgera, hvør sleppur víðari og eisini hvør vinnur heitið sum føroya feitasti nýggi bólkur/einstaklingur.

 

Vinningurin verður kunngjørdur áðrenn tilmeldingarnar eru, men hevur síðstu árini verði studiotíð og gávukort.