Fyrilestrar fyri børn, ung og foreldur

Margarinfabrikkin fevnir um ein stóran aldursbólk, frá børnum í 3.flokki til tey ungu upp til 18 ár, eisini hava vit eitt stórt samskifti við foreldur hjá okkara limum og vinum. Við einum stórum málbólki fylgja eisini nógvar samrøðir um óendalig evnir, spurningar, hendingar og annað sum rørir seg millum okkara børn og ungu. Tað er altíð okkurt áhugavert evni, sum vit ynskja at seta meira fokus á og skapa eitt kjakrúm til, summi evnir eru løtt at fara um meðan onnur eru tung og krevja rúman og tolsemi.

Komandi mánaðarnar hava vit fleiri spennandi, stuttligar, áhugaverdar, rørandi og læruríkar fyrilestrar á skránni, bæði fyri almenninginum og teimum, sum dagliga brúka húsið.

Ein skrá kemur seinni