Heilafabrikkin

Heilafabrikkin klár við skúlaársbyrjan

Heilafabrikkin – sum er eitt slag av lektiuhjálp í støddfrøði, verður í Margarinfabrikkini í Havn við skúlaársbyrjan seinni í mánaðinum.

 

Tað var í mai í ár at Lions Liljan í Havn handaði Margarinfabrikkini ein kekk á 25.000 kr til eina verkætlan, sum Margarinfabrikkin hevur valt at kalla heilafabrikkin. Heilafabrikkin er eitt slag av lektiuhjálp í støddfrøði. Verkætlanin hevur verið á veg í fleiri ár. Í SSP samstarvinum hava námsfrøðingarnir í Margarinfabrikkini javnan fundir við eitt nú lærarar, sum siga seg síggja at summi børn dragna afturúr í undirvísingini í støddfrøði rættiliga tíðliga í fólkaskúlanum. Og at tað ofta kemur at hava neiliga ávirkan allan vegin upp eftir í skúlanum.

 

Heilafabrikkin er sum sagt eitt slag av lektiuhjálp, har børnini koma at fáa frálæru í støddfrøði á ein ørðvísi hátt enn í skúlanum. Ætlanin er ikki at gera meira av tí sama og tí kann tað heldur ikki sigast at vera ein vanlig lektiuhjálp. Tað verður ikki so at børnini gera heimaarbeiði tá ið tey eru í heilafabrikkini, heldur fara tey at fáa frálæru vinklaða eitt sindur ørðvísi enn “vanliga” frálæran í støddfrøði. Tað er týdningarmikið at hava tað stuttligt ímeðan vit læra, siga tey í Margarinfabrikkini.

 

Seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar í hesum døgum, so tað verður klárt at byrja við skúlaársbyrjan.