Kreativur verkstaður

(GG: Bert fyri limir)

Endamálið við kreativa verkstaðnum er at skapa rúm og umstøður fyri menningini av kreativitetinum hjá børnunum, sum ganga í Margarinfabrikkini.

Kreativi verkstaðurin er bæði fyri gentur og dreingir. Vit gera m.a. smykkur burturúr perlum, gomlum súkkluslangum og ymiskum øðrum, sum kann endurnýtast. Tað verður lagdur stórur dentur á endurnýtslu á kreativa verkstaðnum – vit samla upp á alt ímillum himmal og jørð, og við tí kreativa hugflognum hjá børnunum skapa vit alt møguligt spennandi.

Børnini hava eisini møguleika fyri at mála á kreativa verkstaðnum, og tá gera vit eisini onkrar túrar út av húsinum, fyri at fáa okkum íblástur. Vit fara t.d. á Listaskálan og eisini bara túrar út í náttúruna at hyggja eftir øllum teimum vøkru litunum. Við hesum fáa børnini eisini eina størri heildaruppliving.

Vit koyra í eina tíð við ávísum evnum, sum vit arbeiða við, fyri síðan at fara í gongd við onnur spennandi ting. Tað eru børnini sjálvi, sum koma við ynskjum um, hvat tey kundu hugsað sær, at vit gera á kreativa verkstaðnum. Men hóast tað er eitt ávíst evnið, sum vit arbeiða við, so hava børnini eisini møguleika fyri at gera onnur ting, sum tey hava hug til, t.d. at tekna, perla, brodera, klippa, líma o.s.fr.

Kreativi verkstaðurin heldur til uppi á loftinum í Margarinfabrikkini, har vit hava innrættað okkum eitt deiligt rúm við øllum hentleikum. Av tí at rúmið er uppi á loftinum, har tað er friðarligt, eru sera góðar umstøður hjá børnunum til at fordjúpa seg, og síggja vit eisini hetta aftur, tá ið børnini eru í gongd við eitthvørt, ið hugtekur tey, tá gloyma tey tíð og stað og eru í flow.