Spennandi aktivitetir í Margarinfabrikkini

[space height=”20″] [divider] [space height=”20″]

Spennandi aktivitetir í Margarinfabrikkini, alt frá tónleiki, matgerð, dansispøl og kreativur verkstaður.

[space height=”20″] [divider] [space height=”50″]

Tónleikur

Hvønn mikudag hava vit frálæru í tónleiki millum kl 13-17. Undirvíst verður í: gittar, bass, klaver, trummum og sangi.
At byrja við verður tað einstaklingafrálæra, men við tíðini er ætlanin at gera samanspælsbólkar, ið fara at framføra og  gera egin løg.
Endamálið við hesum verkstaði er at leita fram tónleikaevnini hjá børnunum. Tí skulu tey ikki velja eitt ávíst ljóðføri, men fáa møguleikan at royna seg, har tey hava hug. T.d. kann mann velja at spæla gittar ein dag og so næstu vikuna royna seg á trummum.
Bartal Augustinussen, ið hevur undirvíst og havt nógv við tónleik at gera gjøgnum árini, stendur fyri undirvísingini.
Børnini hava ikki eina fasta tíð hvørja viku, men melda seg til hvønn mikudag við diskin, har ein tilmeldingar listi liggur.
[space height=”50″] [divider] [space height=”50″]

Matgerð

Hvønn hósdag gera tvey børn lekkran døgurða saman við Ingvør, og tey læra um ráðvørur og kost.Tey eru eisini við til at keypa inn og at borðreiða døgurðan.

Matgerð og matkvøld fyri tey ungu er hóskvøld.

[space height=”50″] [divider] [space height=”50″]

Kreativur verkstaður

Her gera vit ymiskar smykkur, so sum oyralokkar, hálsketur og brosjur. Vit fáast nógv við perlur, sum vit evna til ymiskt prýði. Elin K. Jacobsen leggur børnunum lag á.

[space height=”50″] [divider] [space height=”50″]

Hip hop, dansispøl og ymiskar kropsvenjingar

Her hevur tú møguleikan at verða í einum dansibólki og læra at dansa og framføra.
Tað er Gunn R. Joensen sum undirvísir í dansi. Dansiundirvísing er týsdagar kl. 15.00 fyri børn og týskvøld kl.19.00 fyri ung. Sum nakað nýtt verða eisini dansispøl og ymiskar kropsligar venjingar fyri dreingir og gentur.

[space height=”20″] [divider] [space height=”20″]

Allir nevndu aktivitetirnir, tó uttan matgerð og kreativur verkstaður, krevja at mann er limur í Margarinfabrikkini. Vegna umleggingar í 3.flokks tilboðnum hjá Tórshavnar Kommunu verður limagjaldi fyri 3. flokk broytt soleiðis, at limagjaldið fyri 3.flokk verður 800 kr. fyri árið. Børn í 4. til 7. flokki gjalda 400 kr. fyri árið sum áður.

Um tit hava eitthvørt at spyrja um, eru tit vælkomin at senda teldupost á fabrikkin@torshavn.fo