Vinnarin gjørdist Fríði Sigmundsson, sum bæði sang og spældi guitar. Fríði framførdi við sanginum “Øde Ø” hjá Rasmus Seebach. Video upptøkir eru á instagram síðuni hjá okkum margarinfabrikkin
Hvørt ár eru nógv dugnalig og djørv børn við til øll umførini, tó at tað ikki altíð er so lætt at framføra fyri nógvum áskoðarum. Men luttakararnir venja nógv og eru røsk at stuðla hvørjum øðrum, eins og áskoðararnir heppa tá tey eru á pallinum. At hesi børnini gera framgongd, var tíðuligt at síggja til Barnafestivalin 2014, tá fleiri av børnum aftur framførdu og vístu síni evnir.
Barnasendingin “Alt í 1um” fylgdi luttakaranum Ludvíg, sendingin sæst her