Tíðindaskriv aug. 2014

Góðu tit øll

Nú er summarfrítíðin við at verða liðug á hesum sinni, og gerandisdagurin fer so smátt at byrja aftur. Vónandi hava tit havt eina sera góða, stuttliga og gevandi summarfrítíð.

Vit í Margarinfabrikkini gleða okkum, at síggja øll børnini aftur, og at læra nýggj børn at kenna. Mánadagin tann 18. august kl. 12.00 letur Margarinfabrikkin uppaftur. Um tit ynskja at tilmelda tykkara barn sum lim, er hetta gjørligt í Margarinfabrikkini ella á heimasíðuni www.fabrikkin.fo. Limaskapurin varar eitt ár.

Øll børn frá 3. til 7. flokk eru vælkomin í Margarinfabrikkina, men børn sum eru limir hava ymiskar fyrimunir.

Fyrimunir við at vera limir:

  • Møguleiki til eitt tættari samstarv við foreldur
  • Børn og foreldur verða skráttsett, so vit altíð kunnu fáa samband um eitt hvørt er og tískil betur kunnu fylgja trivnaðinum hjá barninum
  • Einans limir kunnu luttaka í føstum aktivitetum sum dans, tónleik og fiskitúrinum
  • Fáa millummálan bíligari
  • Fáa teldutíð fyri hálvan prís
  • Fáa avsláttur til m.a. barnadisko, biograftúr og Barnafestivalin
  • Limir fáa framíhjárætt til Summarnám
  • Limir fáa tíðindaskriv og smsboð um tiltøk, sum Margarinfabrikkin skipar fyri.

 

Limagjald

Vegna umleggingar í 3.flokks tilboðnum hjá Tórshavnar Kommunu verður limagjaldi fyri 3. flokk broytt soleiðis, at limagjaldið fyri 3.flokk verður 800 kr. fyri árið.

Børnini í 4. til 7. flokki gjalda 400 kr. fyri árið sum áður.

Foreldur kunnu seta pening á eitt teldu- og matkort, so børnini ikki noyðast at hava pening við.

Okkara viku aktivitetir

  • dansur
  • tónleikur
  • fiskitúrur
  • margarquiz
  • kreativur verkstaður
  • matgerð

 

Komandi árið fara vit eisini at bjóða nógvar ymiskar og áhugaverdar verkstovir við serkønum gestalærarum. Millum annað verður leirverkstova, cupcake-verkstova, grafikkverkstova og fotoverkstova, meira verður at frætta seinni í mánaðinum.

Dagsins rættur

Dagsins rættur er hvønn dag kl.14.30. Vit borðreiða við heilsugóðum mati. Ein dag um vikuna gera vit heitan mat, børnini kunnu luttaka í matgerini.

Dagsins rættur kostar 7 – 12 krónur fyri limir og 10 – 15 krónur fyri vinir.

Teldurúmið

Børnini kunna skriva seg upp til teldurúmið, tó í mesta lagi ein tíma um dagin. Ipaddar, teldlar og onnur telduspøl eru bert loyvd millum kl. 16.00 og 17.00.

Teldurúmið kostar 10 kr. fyri hálvan tíma, tó gjalda limir hálvan prís.

Góðgæti

Børnini sleppa ikki at eta góðgæti í Margarinfabrikkini, uttan so at vit onkuntíð bjóða okkurt søtt. Sama er galdandi fyri grillmat.

 

 Upplatingartíðir:

Mánadag til hósdag                   12.00 – 17.00

 Fríggjadag                                     11.30 – 17.00