Vistfrøði er ein spurningur um heilsu og at ansa eftir umhvørvinum
- Matur uttan leivdir av sproytievni
- Matur sum smakkar betur
- Reinari vørur
- Kríatúrini hava betur umstøður
- Ríkari og reinari nátturu
- Leys av íleguskoyting
- Eykað eftirlit, ið sikrar dygd
- Vistfrøðiligt landbrúk gevur størri vinning hjá bóndum i menningarlondum
… og nógv nógv meira:) Vinarliga Selma Dahl Erol, verkstovuleiðari av KokkaRok 2014[column col=”1/2″]
Linsurættur
2-3 leykir
3 fet av hvítleyki
eitt petti av ingiferi
eitt petti av gurkumeiu
3 spsk. av tomatpuré
1 dós av kikertrum
1 dós av hvítum lima/smør bønum
1 dós av hakkaðum tomatum
dl. av reyðum linsum
1/2 litur av kókaðum vatni
1/2 hokkaido graskar ella 3-4 gularøtur
1. Byrja við at flysa og Hakka alt grønmetið.
2. Steik fyrst hvítleykin, gurkumeiuna, ingiferið og leykin í einari grýtu við eitt sindur av olju í.
3. Tá ið leykurin er blivin eitt sindur brúnkaður og bleytur so kanst tú leggja hokkaido graskeri/gularøtunar í grýtuna eisini.
4. So skal tomatpuréin í grýtuna. Hon skal dekka allan leykin og grønmetið, soleiðis at alt verður reytt.
5. Síðani skulu dósatomatirnar, vatni og linsurnar í eisini.
6. Lat kóka í einar 15 minuttir soleiðis, at grønmetið og linsurnar verða bleytar.
7. Nú kunnu kikertrarnar og bønirnar leggjast í grýtuna.
8. Lat kóka í 10 minuttir
9. So er klárt at eta, vælgagnist
5-6 stk
150 gr av mjøli ( best er at blanda fullkornsmjøl og durummjøl)
1/2 tsk. av salti
umleið 2 dl. av vatni
1. Máta 2 dl. av lunkaðum vatni og stoyt í ein bolla.
2. Fyrst skal saltið í vatnið.
3. Síðani kann mjølið stoytast í, eitt sindur í senn. Tá ið deiggið verður lætt at elta og bankast út til smá breyð er klárt at leggja á pannuna.
4. Pannan skal vera hitað við eitt sindur av olju á. Vit nýttu kokusolju, men eisini ber til at nýta onnur sløg av olju.
5. Breyðini skulu vendast, tá ið tey eru brúnkað og eru síðani klár at eta. Tey smakka best tá ið tey enn eru heit.
Tomatkremið er eisini sera einfalt.
1. Tøm eina tubu av tomatpuré í eitt glas og krydda síðani sum tykkum dámar best. Vit nýttu frískan hvítleyk, koriander, kili, garam masala og salt og pipar.[/column]
[column col=”1/2″]
Pannukøkur
250 gr av mjøli ( blanda hveitimjøl og fullkornsmjøl)
1/2 l av mjólk
1 spsk. av vatni
1 banan
1 tsk. av bakipulvuri
kardimummu ella vaniljupulvur
1. Mjølva bananina
2. Lat mjólkina og vatnið í ein bolla og lat mjølvaðu bananina í eisini
3. Sálda mjøl og kardimummu/vaniljupulvur í og rør deiggið væl.
4. Baka pannukøkurnar í kokusolju á heitari pannu.
Omaná pannukøkurnar høvdu vit hunang og saltaðar sólblómukjarnar.
[/column] [column col=”1/2″ last=”true”]Heimagjørd ‘summar’skál
1 l av havramjólk ella mandlumjólk
3 dl av reinum jogurti
saft frá 2 sitrónum
6 spsk av hunangi
1 spsk av vaniljupulvuri
1 vaniljustong
1. Sker kornini frá einari vaniljustong, við at skera eftir stongini og skrava vaniljukornini úr.
2. Lat alt tilfarið í ein bolla og píska saman.
Kammerjunkarar og frísk ber rigga væl til hesa frískligu skálina
[/column] [column col=”1/2″]Pitsadeiggj
10 gr av geri
2 – 2,5 dl av lunkaðum vatni
1/2 tsk av salti
125 gr av fullkornsmjøli
225 gr av durummjøli
1 spsk. av olju
Tomatsós:
2 dósir av tomatum
1 pakka av tomatpuré
kryddaríir
1. Máta 2 – 2 1/2 dl av vatni og lat gerið í. Rør varliga til gerið er upployst í vatninum.
2. Lat oljuna og saltið í.
3. Síla mjølið í eitt sindur í senn og elt deiggið til tað verður samlað til eina massu.
4. Rulla deiggið út til ein pitsabotn.
5. Til tomatsósina, lat alt tilfarið í eina grýtu og lat kóka í einar 15 minuttir. Smyr síðani tomatsósina omaná pitsabotnin. Ver varin ikki at leggja ov nógv á, tí so verður pitsabotnurin ov vátur.
6. Nú er klárt at leggja pálegg á. Alt ber til, og á summarnám royndu vit okkum við nógvum lekrum grønmeti. Eitt nú var meis, piparfrukt, tomat, aubergine, soppar, frísk spinatbløð, frískur purrleykur, saltaðar sólblómukjarnir, ananas, falafel, soppakjøt og ostur.
Graskersuppa
1 butternut squash
1 hokkaido grasker
1 leykur
2 fet av hvítleyki
eitt stórt petti av ingiferi
eitt lítið petti av frískari gurkemeiu ella 2 tsk. av gurkemeiu pulvuri
umleið 1/2 litur av vatni
1 dós av kokusmjólk
1 pakka av rivnum osti
1. Flysa fyrst hokkaido graskeri, butternut squashi og sker tað í smá pettir. Sker eisini leykin, hvítleykin, ingiferið og gurkumeiuni í smá pettir.
2. Steik fyrst hvítleyk, ingifer, leyk og gurkemeiu. Legg síðani restina av grønmetinum í, lat steikja í einar 5-10 minuttir og lat vatni í. Lat kóka til grønmetið er bleytt og lat til síðst kokusmjólkina í. Smakka til við salti og pipari.
3. Til síðst, stroya tann rivna ostin omaná suppuna.
– Um tit ynskja suppuna meira kremuta, ber tað til at blenda suppuna áðrenn tit lata kokusmjólkina í.
Hetta er ein sera løtt og skjót suppa at gera. Tað sum tekur longst tíð, er at flysa og skera alt grønmetið. Chapati pannubreyð riggar væl til hesa suppuna eisini.
[/column] [column col=”1/2″]Steinaldarbreyð
100 gr av valnøtum
100 gr av mandlum
100 gr sesamfræum
100 gr av hørfræum
100 gr av graskerkjarnum
5 vistfrøðilig egg
1 dl av olju
1 tsk av salti
1 spsk av hunangi
1. Blanda alt tilfarið saman í einum bolla og rør væl runt og lat tað í ein breyðform.
2. Breyðið bakast í einum forheitaðum ovni á 160 C í 1 tíma.
Dadlukrem
250 gr av vistfrøðiligum dadlum
150-200 gr av hasselnøtum
1. Legg dadlurnar í blot í einar 12 tímar, soleiðis at dadlurnar eru bleytar
2. Rista hasselnøtirnar í ovninum á 180C í einar 10 minuttir. Soleiðis at tær eru brúnkaðar og skalið liggur leyst.
3. Blenda fyrst nøtirnar og síðani dadlurnar.
4. Blanda dadlurnar og hasselnøturnar saman til eitt krem.
Rabarbu-barna sjampagna
500 gr av rabarbum
2 kardemummukapslar
saft frá einari sitrón
1 l av vatni
250 gr av rørsukuri ella 5-6 spsk. av hunangi
1 vaniljustong
1. Vaska og sker rabarburnar í smá pettir
2. Lat í eina grýtu saman við restina av tilfarinum
3. Kóka upp og lat trekkja á kókipunktinum í einar 5 min.
4. Set rabarburnar at kølna
5. Síla síðani saftina frá við at nýta eitt viksistykki.
6. Lat saftina í reinar fløskur ella eina størri krukku.
7. Saftin kann halda sær í 1-2 vikur í køliskápi
Servera rabarbu-barna-sjampanjuna saman við brúsvatnið, frystum vistfrøðiligum jarðberum, frískari myntu og sitrónskivum.
[/column]