Vælkomin í Margarinfabrikkina og til okkara nýggju heimasíðu

Góðu tit 🙂

Summarfrítíðin er nú við at verða liðug á hesum sinni, og gerandisdagurin fer so smátt at byrja aftur. Vónandi hava tit havt eina sera góða, stuttliga og gevandi summarfrítíð.

Vit í Margarinfabrikkini gleða okkum, at síggja øll børn og ung aftur, og at læra fleiri nýggj at kenna. Vit eru eisini sera spent, at bjóða tykkum vælkomin til okkara nýggju heimasíðu, sum kemur at geva innlit í okkara virksemi og endamál. Síðan er skipað, so at bæði børn, ung og foreldur kunnu finna tilfar, ætlað teimum.

[quote align=”left”]Margarinfabrikkin er fyri øll børn og ung, bæði limir og vinir.[/quote]Um dagin er opið fyri børnum í 3.-7.flokki og um kvøldið er opið fyri ungum í 7.-flokki til 18 ár.

Mánadagin tann 18. august kl. 12.00 letur Margarinfabrikkin upp fyri børnunum og kl.18.00 fyri teimum ungu.

Um foreldur ynskja at tilmelda barnið og kunna seg um fyrimunir við at verða limur, er eitt tíðindaskriv undir síðuni foreldur.

 

Enn einaferð vælkomin í Margarinfabrikkina og til okkara nýggju heimasíðu

 

Vinarliga

Salua Manai, leiðari