Í samband við mentunarvikuna ið er í Runavík, vóru vit boðin inn til Gulu Smiðju at fortelja um Margarinfabrikkina.
Klokkan 17 vóru vit klár: Christian, Sissal og Bjarni og so vit trý starvsfólk, Uni, Beinta og Dagmar. Bjarni hevði ein stóran bil har vit øll passaðu í. Deiligt at tað lat seg gera, at vit øll kundu fara saman og í sama bili. Tá ið vit komu fram hevði samskiparin organiserað pizzair til okkum. LEKKURT 🙂
Gula smiðja er, sum orði sigur, ein niðurløgd smiðja. Hon er fulstendiga tóm innan, men fyriskiparnir høvdu pyntað hana við ljósketum, grafitti, borðum og ljósum, so tað var ordiliga innbjóðandi at koma innar. Eisini høvdu tær sett chips og sodavatn fram, so okkurt eisini var til stimbranina av smagssansinum 🙂
Samskiparin greiddi frá, at hon hevði sagt skúlunum í kommununi frá tiltakinum. So tey ið møttu upp vóru børn úr 5., 6. og 7. flokki. Har hava verðið uml. 15 børn, eisini var onkur býráðs politikari og okkurt foreldur. Eisini var eitt starvsfólk frá ungdómshúsinum í Toftum og lurtaði.
Beinta greiddi fyrst frá hvat Margarinfabrikkin er fyri eitt stað, hvør gongur har og hvørji tilboð vit hava. Hon fortaldi um komandi tiltøk- upplivilsis pakkar, stovukonsertir o.a. Dagmar greiddi so meira ítøkiligt frá nøkrum verkætlanum ið eru virknar í Margarinfabrikkini, t.d. Lopfjølin, Samrøðubólkar og Summarnám.
Síðani greiddu Sissal, Bjarni og Kristian frá hvussu tey minnast sína tíð í Margar. Eisini fortaldu tey, hvat Margar hevði gjørt fyri tey, og hvussu tey síggja hetta aftur í teirra lívið. Øll trý vóru samd um, at upplivingarnar tey høvdu haft og tað at verða ein partur av øðrum ungum niðri í Margar, hevði sett síni spor. Nógv av núverandi vinfólkum vóru tey komin at kenna í Margarin. Eisini snakkaðu Christian, Sissal og Bjarni um hugnan at koma oman, drekka ein kaffimunn og práta við onkran vaksnan, sum nakað tey minntist gott aftur á.
At enda spældi Uni Debess nøkur løg,- ið tað bleiv klappað og vaggað til 🙂 Onkur helt, tað var besta konsert ið hevði verði í Gulu Smiðu 🙂
Tá ið okkara partur av tiltakinum var liðugur, var tíð til prát og hugna. Onkur av Runavíkar børnunum, koyrdu tónleik frá og so settu tey seg at spæla kort saman við “okkara” ungu. Vit starvsfólk sótu eisini og prátaðu um, hvussu vit skulu gera til komandi menturnarviku í Runavík, also í næsta ár…..um vit verða boðin við. Eitt boð var at gera ein blanding av Gulu Smiðju og Margarinfabrikkini – Gult Margarin ella at Margarinfabrikkin flutti í Gulu Smiðju fyri eitt kvøld og at “okkara” ungu høvdu t.d. quizz saman við teimum ungu í Runavík. Livst so spyrst !
Hvussu er og ikki, vit vendu nøsini móti Havnini (nógv seinni enn ætla) vælnøgd við kvøldið og sera glað fyri at verða boðin “inneftir”.
