Hey øll okkara kreativ børn :)

Í morgin er aftur kreativur verkstaður 🙂
Seinasta fríggjadag vóru vit í Listaskálnum og hugdu eftir listaframsýningini hjá Hansinu Iversen, bingjuni hjá Tróndi Pætursson, og ikki at gloyma spennandi og upplivingarríka túrin í viðarlundini. Í morgin fara vit at brúka allan íblásturin, ið vit fingu hendan dagin, so allir penslarnir og allir ælabogans litir, sum vit eiga í húsinum, eru funnir fram. Vit fara at mála málningar, mála krukkur, mála postkort o.a. 🙂
Vit byrja kl. 14 og vit gleða okkum til at hava nakrar kreativar tímar saman við tykkum 🙂