“Hvussu liva vit menniskju saman?”

Mikudagin, 8.10, høvdu vit okkara fyrsta barnafund. Evni á fundinum var:

“Hvussu liva vit menniskju saman?”

Tá ið barnafundir eru, er pausa frá okkara føstu aktivitetum, t.d.er teldurúmið stongt og tónleikaundirvísingin hevur ein steðg.

Vit bjóðaðu børnunum inn í “speglgongina”, har máttir lógu á gólvinum og á speglunum høvdu vit skrivað ymiskar mátar ið vit liva saman t.d.: Onkur býr hjá fosturfamilju, onkur býr hjá pápa sínum, onkur hevur eina mammu og eina hjámammu, onkur býr hjá mammu og pápa sínum, ið bæði eru føroysk o.s.f.

Ingvør legði út við at siga eitt sindur, um tað vit fóru at práta um, og so fortaldu onkur av starvsfólkunum, hvussu teirra familja sær út. Børnini fingu høvið til at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Tað var áhugavert at eygleiða, hvussu børnini vóru ímeðan fundurin var. Onkur sat heilt stillur og lurtaði, onkur hevði spurningar og uppaftur onnur fortaldu um okkurt um evnið, sum tey kendu aftur í sínum egna lívið.

Endamálið við barnafundinum og evninum, er at geva børnunum eitt innlit í ótalið av mátunum, ið vit menniskju kunnu liva saman. At ein máti er betri enn ein annar máti, ber ikki til at siga, tað sum vit heldur skulu siga er:

“at alt ber til og at alt er gott nokk, bara børnini hava tað gott”

[fancygallery id=”5″ album=”19″]