League of Legends (LOL) er eitt sera vælumtókt telduspæl, sum nógv av okkara ungum spæla.
Spælið verður spælt á netinum, við brúkarum frá øllum heiminum. Hvør brúkari hevur sín egna figur, sum nevnist ein “champion”, sum hevur serlig evnir og kreftir. Tað verður spælt í liðum, har málið er at oyðileggja bygningin hjá mótpartinum, sum verður nevndur “nexus”.
Riot Games, sum eru stovnarar av spælinum, skipa eisni fyri kappingini League of Legends Championship series, sum fevnir um 8 serkøn lið í hvørjum verðinsparti. Kappingin endar við LOL World Championships, sum í 2013 hevði ein vinnara upphædd á 1 millión $1 og 32 milliónir hyggjarar á netinum.
Í vikuskiftinum verður finalan spæld, og tað er gjørligt at fylgja á hesum síðunum:
www.viagame.com
lolesports.com