Tween disco fríggjakvøldið 10.okt Fríggjakvøldið 10.okt verður tween disco fyri øllum í 5. og 6.flokki kl.19.00-22.00. Tað verður góður tónleikur, skemt, borðfótbóltskapping og onnur spøl. Um tit hava hugskot til kappingar, so siga tit enduliga frá 🙂 Kioskin verður opin og slush ice og toast verður til keyps. Ókeypis fyri limir og 20 kr fyri vinir Kunning kemur eisini her á facebook