Hey allir vinir og limir 🙂
Leygardagin 29. nov. lata jólasmátturnar upp, sum standa niðri í Vágsbotni, og sum tit vita, so er tað kreativi verkstaðurin, sum stendur fyri at prýða smátturnar.
Alla komandi viku fara vit at arbeiða í fulldrøn, við at gera alt prýðið liðugt, so vit kunnu gera smátturnar fríggjadagin. Evnið til pyntingina er DIY (Do it yourself/ger tað sjálv/ur), tvs at vit evna alt pyntið sjálvi burturúr ymiskum endunýtslu tingum og ymiskum, sum vit finna í náttúruni og runt ymsastaðni So komið øll og hjálpið til og setið tykkara kreativa dám á smátturnar 🙂