Altjóða barnarættindadagur hósdagin 20.nov

Í morgin er altjóða barnarættindadagur, og hann verður hildin í Perluni kl.15.00-18.00.

Altjóða sáttmálin fevir um 54 greinar, sum á ymiskan hátt verja rættindi hjá børnum og ungum, alt frá at øll børn hava rætt til eitt navn og ríkisborgararætt til at øll børn hava rætt teil eina útbúgving. Sáttamálin var settur í Føroyum í 1993.

Á skránni eru framførslir frá okkara dansibólki KTM og Fríða Sigmundarson, sum vann Talent 2014. Umboð frá Tórshavnar Ungdómsráð greiða frá teirra virksemi. Øll børn og ung fáa hvør sítt eintak av barnarættindasáttmálanum. Berin og Barnanna umboðsmaður luttaka eisini.

 

Tað er Barnabati og Amnesty International Føroya deild, sum skipa fyri degnum.